Tað er Hanna Jensen, løgtingskvinna úr Framsókn, sum hevur sett Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum ein grein 52a fyrispurning um málið.
Hanna Jensen spyr soleiðis:
1. Verður arbeitt við at gera lóggávu, sum tryggjar, at skattur av húsaleigu fer til ta kommununa, har húsið er stendur?
2. Um ja, hvussu verður skipanin væntandi sett saman?
3. Um ja, hvussu gongur við málinum, og nær kann væntast at lógaruppskot kemur í Løgtingið?
Í svarinum vísir Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, á, at tá ið talan er um bruttohúsaleigu, so fer kommunuparturin av skattinum altíð til kommununa, har ognin er.
– Tá ið talan er um uppgerð av húsaleigu við roknskapi, so má borgarin siga TAKS frá, at ognin ikki er í bústaðarkommununi, til dømis við at upplýsa matrikul nummar. Um hetta verður upplýst, so hevur TAKS møguleika at tryggja, at skatturin fer til atvinnukommununa, sigur hon.
Til seinna spurningin svarar landsstýriskvinna, at sambært galdandi lóggávu, verður skatturin frá húsaleigu, sum er gjørdur upp eftir bruttoskipanini, býttur millum atvinnukommununa og landið.
– 45% fer til atvinnukommununa og 55% fer til landskassan.
##med2##
Er talan um uppgerð av húsaleigu eftir roknskapi, kann atvinnukommunan fáa kommunuskattin av tí inntøkuni.
Hon sigur víðari, at ætlanin er, at skatturin av húsaleigu frameftir fer 100% til atvinnukommununa.
Upp á triðja spurningin svarar landsstýriskvinna, at uppskotið, sum er í gerð, snýr seg bæði um langtíðarleigu og stuttíðarleigu, men enn er ov tíðliga at siga, hvussu endaliga uppskotið verður skipað.
– Lógaruppskotið verður eftir ætlan lagt fyri Løgtingið á vári 2025, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, í svarinum til Honnu Jensen, løgtingskvinnu fyri Framsókn.












