Tað var í góðveðrinum mikudagin hin 11. september, at komið varð so langt við íbúðarbyggingini í Leirvík, at skipast kundi fyri reisigildi.
Bústaðir er byggiharri, og tað er Sp/f MTM, sum byggir íbúðirnar.
- Hetta eru leiguíbúðir, sum liggja miðskeiðis í bygdini í Leirvík, sigur Eysturkommuna, sum eisini fevnir um Leirvík.
Neyvari kunning um leiguíbúðirnar er á heimasíðuni hjá Eysturkommunu.