Fleiri hundrað leiguhermenn úr Liberia hava neyðtikið og dripið frá hond í vesturafrikanska landinum Fílabeinsstrondini. Tað sigur Jacques Franquin, sum er talsmaður hjá altjóða flóttafólkastovninum UNHCR.
Tað hevur verið ruðuleiki í Fílabeinsstrondini, síðani forsetin, Laurent Ghagbo, sýtti fyri at viðurkenna, at hann tapti forsetavalið fyri trimum mánaðum síðani. UNHCR-talsmaðurin sigur, at leiguhermenninir styðja hvørki Ghagbo ella Alassane Quattara, sum vann valið.
-Teir gera sær bara dælt av ruðuleikanum og ræna, neyðtaka og drepa, sigur Franquin.
Altjóða samfelagið hevur kravt, at Ghagbo skal fara frá og lata Ouattara forsetaembætið, og Frakland hevur orðað eitt uppskot, sum skal leggjast fyri ST-trygdarráðið. Ætlanin við uppskotinum er at revsa Ghagbo og fleiri av hansara fremstu stuðlum.
Umleið 500 fólk hava latið líov í ófriðinum í Fílabeinsstrondini síðani forsetavalið, og umleið ein millión fólk eru flýdd frá húsi og heimi.