Leiguhermenn í Irak

Teir seinastu mánaðarnar hava fleiri privatar fyritøkur søkt eftir monnum, sum eru sinnaðir at fara til Irak at hjálpa iraksku løgregluni at verja amerikanskar herstøðir og venjingarstøðir hjá iraksku løgregluni, skrivar Aftenposten.

Blaðið veit millum annað at siga, at fyritøkurnar hava fingið leiguhermenn úr Brasil, Kili, Kolombia, El Salvador og Nikaragua. Menninir skulu ikki vera eldri enn 37 ár, og teir skulu hava góða heilsu. Lønin sigst vera ímillum 35.000 og 45.000 krónur um mánaðin, og tað eru nógvir pengar í teimum mið- og suðuramerikonsku londunum, har ein vanlig mánaðarløn sjáldan fer upp um 2.000 krónur, skrivar blaðið.

Tað ery yvirhøvur fyrrverandi hermenn og løgreglumenn, sum taka av tilboðum um at virka sum leiguhermenn í Irak, og í amerikanska verjumálaráðnum Pentagon halda tey, at í dag eru umleið 18.000 útlendskir leiguhermenn í Irak. Teir flestu eru úr mið- og suðuramerikonskum londum, og tað eru yvirhøvur fyritøkur í USA, sum hava fingið teir til Irak.