Leiguavtalan um Fiskavirking farin í vaskið

Tað verða eingi gleðiboð um, at flakavirki hjá Fiskavirkng lata upp ella at skipini loysa fyri jól. Avtalan, sum búgvið hevur gjørt við áhugaðar leigarar, er farin fyri skeyti. Tað var fríggjadagin í síðstu viku, at trotabúgvini hjá P/f Faroe Seafood og P/f Faroe Fish II undirskrivaðu treytaðar sáttmálar við ein bólk av vinnulívsfólki um leigu av virkjum og skipum.

- Longu í gjárkvøldið máttu trotabúgvini tíverri staðfesta, at sáttmálarnir vóru farnir fyri bakka, sigur Eyðfinnur Jacobsen, sum er ein av bústjórunum í báðum búgvunum. Hann harmast um, at partarnir ikki komu í mál.