Leigaði hýruvogn fyri 30.000 krónur

Ein hýruvognsførari í Odense fekk í farnu viku ein langan túr – hann skuldi koyra mann til Rom

Ein 30 ára gamal maður, sum vildi sleppa til Rom at hyggja at einari kirkju, leigaði hósnáttina í farnu viku ein hýruvogn í Odense.

Hýruvognsførarin var bilsin, tá ið maðurin greiddi frá sínum ynksi.

- Hann segði mær, at hann vildi sleppa til Rom at hyggja at einari kirkju, og eg helt, at eg skuldi koyra hann á flogvøllin. Men nei, hann skuldi hoyrast allan vegin til Rom í taxa, sigur Martin Langsted við metroxpress.

Taxametrið var í gongd, meðan hýruvognurin koyrdi leiðina suður gjøgnum Týskland, Eysturríki og Italia – til Rom. Ferðin tók tríggjar dagar, og taxametrið steðgaði á 29.226 krónur.

Hýruvognsførari er fegin um longu ferðina, tí hon gav honum næstan eina mánaðarløn.