Leiga livandi bøkur á G!

Á G! ber til hjá fólki at læna eina livandi bók. Altso ein persón, sum tú ikki vanliga kemur í prát við í gerandisdegnum Tað er Føroya Ungdómsráð (FUR), ið skipar fyri Livandi Bókasavninum. Á Facebook skrivar FUR soleiðis um hugskotið handan Livandi Bókasavnið: ?Øll menniskju kunnu síggjast sum spennandi bøkur. Vit hava øll hvør okkara royndir, upplivingar, hugsanir, kyn, religión, áskoðanir og mangt annað. Men vit hava eisini øll okkara fordómar, og fordómar kunnu ofta elva til diskriminatión; tað er hetta, Livandi Bókasavn arbeiðir ímóti.?

 

Hugskotið við Livandi Bókasavninum er at bjóða fordómum, stereotypum og tvørskygni av, við at geva fólki møguleikan at læna eina livandi bók, t.e ein persón, ið tey annars ikki koma í prát við í gerandisdegnum. Endamálið er at skapa persónligar relatiónir millum fólk og fáa prát í lag teirra millum, og á henda hátt vera við til at niðurbróta møguliga diskriminatión í samfelagnum.

 

Á Livandi Bókasavninum fert tú m.a at kunna læna hesar bøkurnar: Hin Bahái trúgvandi, Hin Kristni, Muslimurin, Ateisturin, Grønlendingurin, Sri Lanka búgvin (útlendingurin í Føroyum), Hin Samkyndi, Hin Biseksuelli, Feministurin og Fyrrverandi Rúsdrekkamisnýtarin.

 

Tey, ið luttaka sum bøkur á Livandi Bókasavninum, fáa høvi at deila út av sínari vitan, og tey, sum læna bøkurnar, fáa høvi at økja um sína vitan um umheimin, minnilutabólkar og ymiskar øðrvísi hugsanir.