Fyritøkan Lyfta v. Eyðun Egholm í Havn er nú blivin ein føroysk deild hjá donsku fyritøkuni Nordjysk Lift A/S í Hjørring. Í hesum sambandi er Eyðun blivin starvsmaður hjá Nordjysk Lift, við ábyrgd av føroysku deildini, sum enn eitur Lyfta. Hetta má sigast at vera eitt spennandi og nýskapandi tiltak.
Vit skulu vera amboðsdeildin hjá arbeiðstakarum í Føroyum, sigur Eyðun Egholm frá fyritøkuni Lyfta, sum hevur specialiserað seg í at leiga út arbeiðstól í ymiskum støddum frá 200 gr. til 22 tons ella meira.
Eyðun, sum fyrr var annar av eigarunum í el-fyritøkuni El & Tele, sigur, at hann í teirra arbeiði sá, at tørvur var á eini fyritøku, har arbeiðstakarar og privatfólk kundu leiga sær arbeiðsamboð til tær ymisku arbeiðsuppgávurnar, hann hugsaði tá serliga um lyftir og lyftivognar.
Tað kann til dømis vera privatmaðurin, sum skal mála sær húsini ella gera ábøtur har tað fleiri staðir er ringt og óhøgligt at koma til. Ella tað er arbeiðstakarin, sum skal byggja eina høll. Líkamikið hvat uppgávan er, so ber til at leiga sær arbeiðsamboð til ta ávísu arbeiðsuppgávuna.
Fólk kunnu t.d. leiga sær ein lyftuvogn og sjálvi brúka hann, bert skulu tey ansa eftir at vognurin stendur á vegi ella føstum undirlagi, og annars fáa neyðuga vegleiðing.
Lyfta virkar sum ein deild hjá Nordjysk Lift A/S í Føroyum. Stjóri er Per Nielsen í Hjørring. Alt bókhald verður gjørt á høvuðsdeildini í Hjørring, haðani eisini rokningarnar verða útskrivaðar og sendar beinleiðis til kundarnar í Føroyum.
Meira enn 1.000 ymisk sløg
Nordjysk Lift A/S ráða yvir meira enn 1.000 ymiskum sløgum av arbeiðstólum, sum teir leiga út til entreprenørar, byggifyritøkur og privatfólk í øllum Danmark og nú eisini í Føroyum
Nevnast kann t.d. at teir vóru høvuðsleverandørar av lyftum og teleskoplessarum tá Parkin í Keypmannahavn bleiv innilokað. Teir hava fyrr leigað amboð til Føroyar.
Teir hava m.a. trukkar, gravimaskinur, blandimaskinur, betonfresarar, betonslíparar, skeriamboð, brekkarar, stein-flísa-grótskeriborð, stillads, og lyftir upp til 48 metra hædd til leigu.
Eyðun sigur, at hetta samstarv gevur fleiri møguleikar, og úrvalið verður nógv størri.
Handverkarar og byggifyritøkur hava tikið væl ímóti hesum tilboði, nú sleppa teir frá at gera íløgur í arbeiðsamboð, sum teir annars ikki so ofta hava brúk fyri.
Eisini sleppa teir undan at brúka tíð og orku upp á at seta stillads upp, um teir heldur leiga ein lyftuvogn.
Fólk, sum biðja ein handverkara til eina ávísa arbeiðsuppgávu, skulu ikki gjalda óneyðugar arbeiðstímar fyri skeiv ella manglandi amboð. Nú kunnu tey fáa júst tey amboðini, sum hóska til ta ávísu arbeiðsuppgávuna.
Lyfta A/S, heldur til í Fjalsgøtu 13 í Havn, og telefonnummarið er 503150. Hetta er til onnur hølir eru útvegaði.
Ein høll skal byggjast til at hýsa virkseminum hjá fyritøkuni, og gongst sum ætlað verður tað verðuleiki innan eitt ár, sigur Eyðun Egholm.