Hóast áhugin fyri skíðferiu er vaksandi í Føroyum, so eru tølini munandi lægri enn í grannalondunum. Í Danmark ætla umleið triði hvør at fara á skíðferiu, sambært rejseliv.dk.
Tað er heldur ikki vanligt í Føroyhum at hava frí og ferðast uttanlands vetrarhálvuna. Skúlarnir hava onga vetrarferiu so sum í Danmark, og tí er heldur ikki eins lætt hjá familjum við børnum at fara av landinum.
Hartil er rættiliga dýrt at ferðast úr Føroyum, og ferðin til Danmarkar er tískil dýrasti parturin av einari skíðferiu til dømis til Alpurnar ella Noreg.
Skíðferð til Íslands
Tað er sum nevnt fyrst og fremst Alpurnar, Noreg ella Svøríki, sum lokka føroyingar við kava, men ein annar møguleiki er eisini grannarnir fyri norðan.
Í Íslandi er møguligt at standa á skíð stóran part av árinum. Umstøðurnar eru góðar, serliga á Akureyri. Umframt tað, er íslendska krónan sera lág í løtuni, og tað merkir, at landið er lutfalsliga bíligt at ferðast í.
Eitt annað á plussíðuni er, at túrurin ikki er so langur.
Og nú verður so møguligt hjá føroyingum at sleppa beinleiðis til Akureyri at standa á skíð. Tveir havnarmenn hava tikið stig til at leiga ein flúgvara beinleiðis til Akureyri í mars.
- Eg havi sjálvur staðið á skíð á Akureyri, og tað kann eg viðmæla øllum, sigur Rúni Højgaard, ið er annar av stigtakarunum.
Sjálvur starvast hann dagliga sum flogskipari hjá Altantsflog, men í mars situr hann millum ferðafólkini, tá farið verður til Akureyrar.
Fýra dagar
Tað, sum heldur føroyingum aftur at fara á skíðferð – burtursæð frá, at nógv ikki duga at standa á skíð – er, at prísurin er ov høgur, og tað tekur ov langa tíð, um ein flýgur til Danmarkar og síðani koyrur við bili víðari til eitt nú Eysturríki. Tá fer ein heilur dagur við koyring hvønn vegin.
Tað tekur bert góðan tíma at flúgva til Akureyri, og tí verður farið avstað hósmorgun og komið heim aftur sunnukvøld. Hetta merkir, at fólk missa bert tveir arbeiðsdagar, men fáa fýra dagar á skíð.
- Vit hava skipað fyri uppihaldi í Íslandi, bussambandi til hotel og skíðstað, leigu av skíðum og lyftukort, so tað er einki hjá luttakarunum at hugsa um, annað enn at melda seg til, sigur Rúni Højgaard.
Hann sigur, at tankin um at skipa fyri einnum slíkum túri kom, tá hann var ein skíðtúr í Eysturríki fyri tveimum árum síðani.
- Jákup Bech Jensen var eisini við á hesum túrinum, og vit tosaðu longu tá um, at vit áttu at fáa ein slíkan túr í lag aftur, sigur Rúni Højgaard.
Ísland besta boðið
- Síðani tá hava vit hugt at fleiri møguleikum, millum annað í Svøríki, har eg havi gott samband, sigur Jákup Bech Jensen.
- Tá ið Rúni nevndi møguleikan at leiga ein flúgvara og flúgva beinleiðis til Akureyri, helt eg hetta verða funnin fressur. Eg havi sjálvur fleiri ferðir staðið á skíð í Bláfjøll, sum liggur beint uttan fyri Reykjavík, men umstøðurnar á Akureyri eru nógv betri, sigur Jákup Jensen.
Stutti teinurin til Akureyri og lága íslendska krónan ger, at túrurin kann gerast bíliga.
Fyrireikararnir siga, at tað er heldur eingin trupulleiki hjá fólki, sum ikki hava staðið á skíð áður, tí skipað verður fyri undirvísing.
Tað eru longu fleiri, sum hava meldað seg til, men pláss eru framvegis eftir. Fyrireikararnir leggja dent á, at túruin ikki er fyriskipaður við vinningi fyri eyga.