Leiga bygning til maskinverkstað

Á bygdaráðsfundi í farnu viku varð ein samtykt gjørd við RN Maskinverkstað um leigu og byggiloyvi til ein virkisbygning á havnarøkinum.

Sambært heimasíðuni hjá kommununi mælti havnanevndin í fyrsta lagi til at byggja nýggja brandstøð uttanfyri maskinhøllina í kommununi og øðrum lagi at verkstaðið kann yvirtaka henda bygningin, tá tann nýggja brandstøðin er liðug. Verkstaðurin fær somuleiðis møguleika at víðka um verandi brandstøð við hóskandi virkisbygningi. Alt hetta skal gerast í samstarvi millum báðar partarnar.
Sum nevnt í farnu viku varð hetta tilmælið einmælt samtykt, tó við einum ískoyti um at nýggj brandstøð verður staðsett í samráði við Vestmanna Sløkkilið- og Bjargingarlið.