Íslendska felagið, Leiftur, har fýra føroyingar spæla, tapti eisini seinna Intertoto Cup dystin ímóti franska felagnum Sedan.
Dysturin, sum varð spældur á Ólafsfirði í gjár, endaði við 3-2 sigri til fraklendingarnar. Fyrri dysturin endaði við 3-0 til Sedan, og samanlagdi sigurin var tí 6-2.
Í dystinum í gjár kom Sedan á odda 3-0, áðrenn íslendska liðið kom fyri seg. Í seinna hálvleiki minkaði føroyski landsliðsspælarin, John Petersen, um munin til 3-1, áðrenn ein liðfelagið gjørdi tað til endaliga úrslitið 3-2.
Í gjárkvøldið skuldi fleiri landskappingardystir verða í Íslandi. Uni Arge og hinir í IA skuldu spæla ímóti oddaliðnum Fylkir, og Allan Mørkøre og ÍBV fóru at royna seg á útivølli ímóti Grindavík. Allan Mørkøre fer nú at fáa nýggjan liðfelaga, tí ÍBV hevur leigað álopsspælaran Tómas Inga Tómasson frá danska superligafelagnum AGF.
Leiftur, sum í løtuni er aftast í bestu íslendsku deildini, skal ikki spæla aftur í landskappingini fyrr enn um 10 dagar.