Tað gongur meiri enn striltið hjá Jens Martini Knudsen og hansara monnum í Leiftri á Ólafsfirði. Tey seinastu árini hava teir kappast um pláss í europeisku kappingunum, men nú kunnu teir ikki hugsa um annað enn at sleppa undan niðurflytingar hóttanini.
Hesar síðstu dagarnar hava teir spælt tveir dystir. Samlaða úrtøkan var eitt stig. Tað er einki at reypa av, men tað var kortini so mikið, at Leiftur fyri fyrstu ferð í langa tíð er sloppið av aftasta plássinum.
Teir hava fýra stig. Tað hevur Stjarnan eisini. Málmunurin hjá báðum feløgunum er minus átta, men Leiftur er næstaftast, tí teir hava skorað fleiri mál. Málmunurin hjá Leiftri er 6?14, og hjá Stjarnuni er hann 3?11.
Tríggir føroyingar vóru við hóskvøldið, tá teir á útivølli taptu ímóti Fram, og teir somu tríggir vóru við, tá teir á heimavøllinum sunnukvøldið spældu 2?2 ímóti Una Arge, sum vitjaði aftur á gamla heimavøllinum saman við liðfeløgunum í ÍA av Akranesi.
Jens Martin Knudsen, John Petersen og Jens Erik Rasmussen spældu báðu ferðirnar. Sámal Joensen var ikki við. Hann er plágaður av einum vøddaskaða, sum hevur hildið honum burturi frá venjingina. Hann fór aftur at venja í gjár.
Í útsetta dystinum frá 8. uimfarinum hóskvøldið á Laugardalsvøllinum í Reykjavík var Fram á odda 3?0, áðrenn Leiftur í næstsíðsta minuttinum pyntaði um. Jens Erik Rasmussen royndi seg við langskoti, málverjin hálvbjargaði, og Ingi H. Hannisson stútaði returbóltin í kassan.
Fram skoraði í 39., 49. og 87. minutti. Í 39. minutti fingu teir brotsspark, men Jens Martin Knudsen bjargaði royndini úr ellivu metrum.
Sunnukvøldið vóru eingir føroyingar ímillum málskjúttarnar. ÍA var frammanfyri 1?0 í steðginum, og teir vóru eisini frammanfyri 2?1, áðrenn Leiftur javnaði og tryggjaði sær kærkomna stigið.
ÍA er á fjórða plássinum. Teir hava fjúrtan stig, og málmunurin hjá teimum er 7?6. Tað kann ikki sigast, at nógv mál verða skorað í íslendskum fótbólti!
Leiftur skal spæla aftur 23. juli. Tá verður mótstøðuliðið Fylkir.
Tómas Ingi høvuðsleikari
Allan Mørkøre er ikki í ÍBV longur, og harvið er føroyski áhugin fyri felagnum úr Vestmannaoyggjnunum sjálvsagt ikki tann, sum hann hevur verið.
Sunnukvøldið var ÍBV á útivølli ímóti Fylkir, sum púra óvæntað hevur verið oddalið í Íslandi og sum ongan dyst hevði tapt undan sunnudegnum.
ÍBV vann 3?2 í Reykjavík, og Tómas Ingi Tómasson, sum er komin úr AGF, og sum hevur troðkað Allan Mørkøre úr álopinum hjá ÍBV, var høvuðsleikari. Longu í 1. minutti skoraði hann til 1?0, og tá eitt korter restaði var hann aftur í miðdeplinum. Tá varð hann útvístur, tí hann hevði hevnt seg!Eg haldi ikki man skal vera kløkkur, um olja ikki verður funnin fyrr enn um eini trý ár. Tit eiga at verða fyrireikaðir uppá, at tann fyrsta og næsta boringin ikki treffir við olju. Hóast vit halda okkum vita nógv um undirgrundina, og tað eru royndir frá økinum nærhendis, so eru tað altíð "yvirraskilsi" í hesi vinnu.
Hvørji feløg enn fáa lisensir, so heldur Chris Kernick, at hetta kann blíva ein spennandi tíð og stór avbjóðing fyri Føroyar. Eitt eru so tey mest áhugaverdu økini við markið, men tað liggja eisini stórar avbjóðingar fyri framman, tá talan verður um at hyggja nærri at teimum strukturunum, sum liggja undir tjúkka basaltinum.