Leiftur við Jens Martini Knudsen sum málmanni og Páll Guðlaugssyni sum venjara taptu týskvøldið 0-1 á útivølli móti Akranesi, og við hesum ósigrinum fór møguleikin fyri at fáa bronsumerkini í íslendsku úrvalsdeildini.
Tríggir dystir eru eftir at spæla í bestu íslendsku deildini, og Leiftur liggur á fimta plássi og hevur 21 stig, sjey færri enn ÍA á triðja plássi.
Málið fekk Akranes í 27. minutti, tá Ragnar Hauksson stútaði upp í málhornið eftir innlegg.
Jens Martin Knudsen sigur í telefonini, at Akranes var betri í fyrra hálvleiki, men at Leiftur átti allan seinna hálvleik.
? Men vit eru rættiliga skerdir fyri tíðina, og nú satsa vit uppá, at ÍBV verður meistari, tí so sleppa vit í Europa Cup fyri steypavinnarar, sigur føroyski landsliðsmálverjin.
Næstseinasta sunnudag tapti Leiftur íslendsku bikarfinaluna móti ÍBV, men um ÍBV eisini verður meistari, sleppur Leiftur at umboða Ísland í europeisku steypakappingini.
Stuðlarnir hjá Leiftur velja aftan á hvønn dyst besta mannin á teirra liði, og hesaferð varð Jens Martin valdur sum tann besti hjá Leiftursmonnum.
Leygardagin spælir Leiftur á heimavølli móti Keflavík, sum liggur á fjórða plássi. Um Leiftur vinnur henda dystin, fara teir fram um Keflavík.
Støðan í bestu íslendsku deildini er annars henda:
ÍBV 32 stig, KR 30, ÍA 28, Keflavík 24, Leiftur 21, Fram 16, Valur 15, ÍR 14, Grindavík 13, og Þróttur 13 stig.
Trý umfør eru eftir spæla í úrvalsdeildini, og Jens Martin vónar, at hann aftan á landsdystirnar móti Litava og Skotlandi finnur okkurt lið at venja við í vetur, so hann kann halda seg í venjing, til íslendska kappingin byrjar aftur komandi ár. At Jens Martin aftur verður at síggja á Leiftur-liðnum næsta ár, skuldi verið heilt víst.
Uni Arge verður ikki við á Leiftur-liðnum aftur í ár. Hann er farin niður aftur til Århus á skúla og tað er ikki heilt greitt, um hann verður aftur á Ólafsfirði komandi kappingarár.










