Leif vunnið Embla Food virðislønina

Kendi kokkurin Leif Sørensen vann fyri løtu síðani Embla Food Award.

Kendi kokkurin Leif Sørensen vann fyri løtu síðani Embla Food Award.

 

Embla Food Award er nýggj norðurlendsk matvirðisløn. Virðislønin varð í dag handað í Keypmannahavn, og tá tað varð kunngjørt, hvør av norðurlendsku kappingarneytunum fekk Embla Food Award, so var tað Leif Sørensen.

 

Leif Sørensen tók lut í bólkinum "Mathandverkarin" og luttók við fish & chips. Og eftir hvat skilst, var talan um serliga leskilig chips.

 

 

Á heimasíðuni hjá Embla verur sagt soleiðis um henda bólk:

 

 

Mathandverkarin 2017

Virðislønin verður latin einum mathandverkara, ið hevur ment eina serliga vøru, sum umboðar eina góða matlistaliga góðsku, har dentur er lagdur á norðurlendska rávøru og handaliga siðvenju.

 

 

Mynd: Súsanna Sørensen