Seinnapartin letur upp framsýning í Norðurlandahúsinum við verkum hjá danska listamanninum Leif Sylvester Leif Sylvester er kendur sum bæði sjónleikari, gyklari, tónleikari, skulptørur og málari.
Hansara málningar eru oftast sera litríkir, men eisini skulpturarnir gera vart við seg á sín egna hátt.
Oftast hava verkini hjá Leif Sylvester eina humoristiska snaring, sum á onkran hátt vendir sær ímóti ella setur spurnartekin við galdandi siðvenjur og rák innan listina.
Framsýningin hjá Leif Sylvester í Norðurlandahúsinum letur upp klokkan 16.30.










