Í hesum døgum hava grønlendskir kokkar kappast um heiðurin sum besti kokkur í Grønlandi.
Ein av dómarunum var Leif Sørensen, sum seinastu árini hevur verið ein av mest sermerktu kokkunum her í Føroyum. Leif Sørensen helt eisini fyrilestur fyri luttakarunum undan kappingini. Hinir dómararnir vóru Jeppe Ejvind Nielsen, Maria Toftdahl og Rasmus Klitgård.
Vinnari av kappingini gjørdist Inunnguaq Hegelund, meðan beiggi hansara, Ilannguaq, endaði nummar tvey.










