Leif Sørensen letur upp matstovu í Skeiva Pakkhúsi

Kokkurin Leif Sørensen letur í næstum upp matstovu, kaffistovu og barr í Skeiva Pakkhúsi í Havn. Dentur verður lagdur á at gera góðan mat fyri ein sámiligan prís, sigur Leif Sørensen.

Seinasta hálva árið hevur verið arbeitt við at innrætta hølini í Skeiva Pakkhúsi, og síðst í februar ella fyrst í mars mánaði verða matstovan, kaffistovan og barrin klárar at lata upp.

 

Leif Sørensen sigur, at talan verður ikki um eina marglætismatstovu á nakran hátt. Kokkurin, sum serliga er kendur innan fínari matmentan, sigur, at hann vil sleppa burtur úr matsnobbaríi, og at hann fer nú at leggja seg eftir at gera mat til ein breiðan skara.

 

- Góðskan verður góð, og prísurin verður sámiligur. Tað, sum hevur størst týdning, er, at fólk hugna sær og eru glað. Tað skal ikki vera so stívt og keðiligt, sigur Leif Sørensen.

 

Á matarkortinum verður breitt úrval hjá gestunum at velja í, og Leif Sørensen fer at standa fyri matgerðini. Hann vil ikki siga enn, hvørjum borðreitt verður við, men hann leggur áherðslu á, at karmarnir verða hugnaligir og maturin góður.

 

Leif Sørensen stúrir ikki fyri kappingini frá øðrum matstovum í Havn. Hann sigur, at tað vantar okkurt nýtt á matstovuøkinum.

 

- Tá fólk fyrst hava verið á matstovuni eina ferð og og hugnað sær og fingið góðan mat fyri ein rímiligan prís, so koma tey aftur, sigur Leif Sørensen.

 

Matstovan, kaffistovan og barrin verða opin samstundis. Latið verður upp klokkan 10 fyrrapart, og opið verður til út á kvøldið. Í kaffistovuni fer eisini at bera til at fáa okkurt til matna. Pláss verður fyri umleið 60-70 gestum í matstovuni. Tá er kaffistovan ikki tikin við.

 

Leif Sørensen hevur drúgvar royndir sum kokkur. Eitt nú myndaði Leif Sørensen kendu matstovuna Koks, og arbeiddi har í fleiri ár. Í fjør varð norðurlendska matvirðislønin Embla latin Leif Sørensen, sum varð kosin besti mathandverkarin í Norðurlondum í 2017. Árið fyri fekk hann Norðurlendska Herðaklappið frá Norrøna Felagnum í Føroyum fyri at hava gjørt føroyska matin kendan í Norðurlondum og kring heimin.