HB VENJARAR
HB fyrireikar seg av lívsins kreftum fyri at halda tørn um framúr góða úrslitið, sum felagið rakk í fjør. Hósdagin boðaði felagið frá á heimasíðu síni, hb.fo, at teir nú hava gjørt sáttmálar við teir, sum skulu standa fyri venjingini í 2. deild og hvør skal hava høvuðsábyrgdina av venjingunum í øllum teimum yngru deildunum.
HB tryggjaði sær í heyst sessin í 2. deild, tá ið tað eydnaðist liðnum hjá teimum í 3. deild at vinna endaspæl móti 2. deildarliðnum hjá KÍ. Og nú hevur felagið allierað seg við ein klaksvíking í høvuðsstaðnum í royndini at halda um nývunna sessin. Leif Olsen skal hava ábyrgdina av HB liðnum í 2. deild, og Leif og HB siga, at málið fyrst og fremst er at varðveita plássið í deildini og at menna ungu spælararnar, so teir verða førir fyri at spæla á besta liðnum.
Leif Olsen, ið sum miðvallarspælari vísti seg at hava gott fótbóltsskil, er 46 ára gamalur. Longu í 1975, tá ið hann ikki var meiri enn 16 ár, kom Leif á 1. lið hjá KÍ. Har var hann, inntil hann fór til Danmarkar at læra til sosialráðgevara. Síðani hann flutti aftur á klettarnar og búsettist í Havnini, hevur Leif fleiri ferðir verið venjari hjá yngru HB liðunum, umframt at hann sjálvur hevur hugnað sær í 4. og 5. deild. Sambært HB heimasíðuni, so er ætlanin, at næstbesta liðið skal fara undir venjingarnar fyrst í februar.
GÍ veteranur ábyrgdina av teimum ungu
Í síni tíð var Petur Amon Dalbø millum teir fremstu á GÍ liðnum. Petur Amon er 37 ára gamalur, og hann spældi við GÍ í áttati árunum og fram í níti árini. Petur Amon hevur í fleiri ár búð í høvuðsstaðnum, og seinastu 6-7 árini hevur hann verið ungdómsvenjari í HB.
Nú hava gøtumaðurin og HB gjørt av, at Petur Amon skal vera høvuðsvenjari í ungdómsdeildini. Hann hevur tikið øll grundskeiðini í FSF venjaraútbúgvingini, og í fjør leyk hann UEFA B prógvið. Ungdómsdeildin hjá HB fevnir um liðini upp til og við dreingja- og gentudeildini.
Nakað fyri jól boðaði HB frá, at miðvingurin Albert Ellefsen skal vera hjálparvenjari hjá Heine Fernandez í 1. deild, og at Albert eisini skal venja unglingaliðið hjá HB. Í fjør hevði Petur Simonsen, sum nú er venjari hjá ÍF, ábyrgdina av HB unglingunum og liðnum í 3. deild.