Partafelagið Leif Mohr, tað vil siga heilsølan við el tilfari, er í ferð við at lata upp nýggja Eysturoyar deild, upplýsir leiðslan á fyritøkuni. Felagið skrivaði leigusáttmála við JT Electric á Kambsdali tann 3. juni og flytir sum skilst inn um hálvan juni.
»Jú, t?er rætt at vit flyta inn í hølir hjá JT Electric,« váttaði Hjalmar Jacobsen, fíggjarstjóri hjá Leif Mohr. »Vit hava fleiri ferðir tosað um at opna eina deild har fyri at gera tað lættari fyri eysturoyingar at skjótt fáa fatur á brúks tilfari og øðrum til el arbeiði.«
Spurdur um stigið at opna deild í Eysturoy hevur nakað við Norðoyatunnilin at gera, vildi Hjalmar Jacobsen ikki svara beinleiðis játtandi.
»Norðoyatunnilin ger sjálvandi ikki umráðið minni áhugavert, men hann er ikki sum so orsøk til avgerðina. Hinvegin eru í Eysturoy fleiri stórir el innleggjarar umframt eitt stórt vinnulív við einum rættiliga stórum tørvi á el tilfari.«
Hjalmar Jacobsen legði dent á at leigusáttmálin ikki skal skiljast sum meira enn ein leigusáttmáli.
»Hetta snýr seg als ikki um nakra alliansu millum okkum og JT Electric? Hetta er eitt vanligt leigumál millum tveir sínámillum neutralar partar. Vit halda fram at tæna øllum el-innleggjarum og vinnulívinum yvirhøvur?«