Pf. Leif Mohr er søluparturin, sum í høvuðsheitinum arbeiðir út frá teim báðum handlunum á Hoyvíksvegi í Havn og á Kambsdali. Fyritøkan selir í dag alt hugsandi eltilfar til húsahald og skip, umframt hvítvørur til húsarhaldið.
Handverkaradeildin hjá samtakinum er savnað í PF. LM ELECTRIC. Hendan fyritøkan er vanliga við tá stórar arbeiðstøkur verða framdar í Føroyum, so sum útbyggingin av flogvøllinum í Vágum. Í dag er tað LM ELECTRIC, sum stendur fyri el arbeiðnum til høvuðssæti hjá BANK NORDIK og á skúladeplinum í Marknagili.
Hjá Pf. Leif Mohr arbeiða í dag um tjúgu starvsfólk, harav ein lærlingur
LM Electric er kend fyri á útbúgva elektrikarar. Í dag hevur hendan fyritøkan umleið fimti starvsfólk, harav tjúgu lærlingar.
Starvsfólkini í samtakinum vóru á hvítusunnu í Edinburgh fyri at hátíðarhalda føðingardagin.