Leif hjálpir Oddbjørn

John Eystberg, sum hevur verið í Gøtu, er nýggjur venjari hjá næstbesta HB liðnum

VENJARAR

Tá ið KÍ sunnudagin vann 3-0 í Fuglafirði, var gamli KÍ spælarin Leif Olsen undir liðini á nýggja KÍ venjaranum Oddbirni Joensen. Leif kom á besta KÍ liðið miðskeiðis í sjeyti árunum, og hann spældi har, inntil hann fór til Danmarkar at lesa.
Higartil í ár hevur Leif havt ábyrgdina av næstbesta HB liðnum. Nú hann ynskti at sleppa úr tí starvinum, segði HB seg einki hava ímóti tí, um tað eydnaðist teimum at finna nýggjan venjara til 2. deild.
Nýggjur venjari hjá HB 2. deild er John Eystberg. Fyrrverandi VB spælarin hevur higartil í ár verið venjari í Gøtu, har hann hevur tikið sær av unglingaliðnum og liðnum í 2. deild, sum HB í fyrsta umfarinum vann 8-1 ímóti.