Leif heiðraður í Danmark

Ljóðbrot frá Rás 2. Hoyr Leif Sørensen siga frá, hví hann um vikuskiftið bleiv heiðraður og nú stendur á einum lista saman við øðrum slóðbrótandi kokkum í Norðurlondum.

Leif Sørensen, undangongumaður innan nýggjari føroyska matlist, varð í gjár heiðraður í Danmark.

Tað hendi á Kurhotel Skodsborg, har Den danske Spiseguide helt The Nordic Prize galla.

Undangongumaðurin innan føroyska gastronomi verður nú ”ikoniseraður”, sum tey kalla tað, av Den danske Spiseguide.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Leif Sørensen.

Sum grundgeving fyri at heiðra føroyska kokkin verður sagt, at orsøkin er hansara einastandandi og áhaldandi gourmet-innsastur á føroyska-norðurlendska matstovupallinum, sum hevur fingið leiðandi evropiskar gastronomiserfrøingar til spíla eyðugi.

 

– Fyrst næm hann sær kokkaútbúgving, síðani stovnaði hann matstovuna Gourmet í Havn, áðrenn hann gjørdi stóra innsatsin á KOKS á Hotel Føroyum. Leif var eisini ein teirra, sum skrivaði undir norðurlendska manifestið í 2003, skrivar Bent Christensen, ritstjóri á Den Danske Spiseguide um Leif Sørensen.

 

Á listanum hjá Den danske Spiseguide, sum Leif Sørensen nú verður nevndur á, eru matir menn sum:

 

Søren Gericke

Jens P. Kolbeck

Jan Hurtigkarl

Michel Michaud

Jean-Louis Lieffroy

Elvio Milleri

Hans Beck Thomsen

Erwin Lauterbach

Rene Redzepi

Jan Restorff

og Claus Meyer

 

Á hesum lista, sum við Leif Sørensen telur 12 mans, eru nú tveir føroyingar. Tí umframt Leif Sørensen er Jan Restorff, restauratiónssjefur á Søllerød Kro, eisini á listanum. Jan Restorff er sonur Johan Restorff, fyrrverandi eigara og stjóra á Hotel Hafnia.

 

Heiðurin sum ársins matstova í Norðurlondum fekk sushi-matstovan Sabi Omakase í Stavanger, sum eisini fekk sína fyrstu Michelin-stjørnu fyrr í ár, tá Koks, sum Leif Sørensen legði lunnar undir, fekk sína.