Fert tú á ólavsøku?
- Ja, sjálvandi fari eg á ólavsøku.
Hvussu heldur tú ólavsøku í ár?
- Ólavsøkan er fylt við kórsangi. Tó plaga vit at fara til Havnar ólavsøkuaftan, og tá eiga børnini dagin.
Tað sigur Leif Hansen í Nólsoy.
Hann vísir á, at ólavsøkudag skal hann fyrst í Havnar kirkju til arbeiðis.
- Eg eri fyribils settur organistur í Dómkirkjuni og skal spæla til gudstænastuna, umframt at eg skal stjórna Havnarkórinum, sum í ár fer at syngja til gudstænastuna.
Leif Hansen sigur, at tá liðugt er í kirkjuni, noyðist hann at skunda sær niðan á Tinghúsvøllin at syngja við Ólavsøkukórinum, sum Hans Iversen stjórnar í ár.
- Ólavsøkudagur verður síðan hildin saman við kórinum, og traditióninar eru nógvar eftir hondini, sigur hann.
Hvat er tað besta við ólavsøkuni?
- Ólavsøkumorgun við gudstænastu og kórsangi er fyri meg hæddarpunktið á ólavsøku.
Hvat kundi verið øðrvísi við ólavsøkuni?
- Nei, eg haldi, at ólavsøkan er góð, og hon broytist við tíðini. Soleiðis skal tað verða, sigur Leif Hansen.










