Leif Groth 75

Seinasta leygardag, 9. apríl, fylti fyrrverandi ríkisumboðsmaðurin Leif Groth 75 ár. Hann fylti sostatt 10 ár sama dag, sum týskarar hersettu Danmark.

Leif Groth, sum loysti Mogens Wahl av sum ríkisumboðsmaður, var føddur í Keypmannahavn. Foreldrini itu Vita Andersen og Helge Groth. Hann er útbúgvin cand.polit. Hann fekk starv í danska forsætisráðnum, fyrst sum skrivari í 1959 og sum fulltrúi frá 1967.
Í 1972 kom hann til Føroya at vera ríkisumboðsmaður og var her í 9 ár. Tað var júst, meðan hann røkti hetta starv, at tað umsitingarliga virkisøkið hjá Ríkisumboðnum minkaði nógv, tí í sjeytiárunum kom ferð á yvirtøkurnar, sum høvdu ligið á láni mestsum síðan 1948, tá Heimastýrið varð stovnað og tær fyrstu yvirtøkurnar vórðu framdar. Í sjeytiárunum yvirtók Landsstýrið umsitingina av skúlaverkinum og almannaverkinum, og tað minkaði nógv um virkisøkið hjá ríkisumboðsmanninum.
Tað er vanligt, tá ríkis umboðsmenn fara úr Føroyum, at teir fáa eitt amtmansstarv í Danmark. Leif Groth gjørdist statsamtmaður og stiftsamtmaður í Århus til 1999, tá hann fór frá fyri aldur.
Leif Groth hevur verið giftur tvær ferðir. Fyrra konan æt Gudrun Rachel Mathorne og tann seinna Charlotte Merete Back.