Døgurðin í gjárkvøldið, sum kann gera matstovuna KOKS til bestu matstovu í ríkinum, gekk sum heild væl.
Umboð fyri den danske spiseguide vóru í gjárkvøldið til ein sokallaðan nomineringsdøgurða á KOKS á Hotel Føroyum í Havn, har kokkarnir skuldu vísa, at KOKS kann fáa heitið besta matstova í ríkinum.
- Eg haldi, at tað gekk væl eftir umstøðunum. Onkrir vansar eru, vit hava nógv nýggj fólk, sum servera, so tað gekk kanska ikki so smurt, sum tað burdi, men sum heild eri eg væl nøgdur, tað sigur Leif Sørensen, høvuðskokkur á Koks.
Sjálvur hevur hann nú eftir týdningarmikla døgurðan góðar vónir um, at KOKS fær heitið Danmarks Bedste Restaurant.
- Eg vóni tað gongur væl. Vit hava fyrimunir, tí eitt nú hava vit góða rávøru, góðar vínsamansetingar, og so fingu fólkini okkurt, ið tey ikki eru von við, sigur Leif Sørensen.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra alla samrøðuna við Leif Sørensen.










