Leif Davidsen, Den ukendte hustru,
Lindhardt og Ringhof, 2006
Fyrrverandi servandi hermaðurin og núverandi arbeiðsnarkomanurin, Marcus Hoffmann, er á rundferð í Russlandi saman við russiskt føddu konu síni Nathalie, tá konan brádliga hvørvur. Marcus verður frá sær sjálvum av ræðslu um, hvat kann vera hent. Ein dramatisk leitingarferð gjøgnum Russland og eitt fløkt, mafiafongt embætisverk byrjar, har vinir verða til fíggjundar og øvut.
Bókin er dygdargott handverk, spennandi og vælskrivað. Sum so er onki at finnast at. Kortini sakna ummælarar tað síðsta, sum kundi gjørt søguna veruliga hugtakandi á hædd við aðrar krimisøgur eftir høvundan. Høvuðspersónurin er stutt sagt ov keðiligur, og samanumtikið er tað ov nógv Turen går til Russland yvir bókini, verður sagt. Kortini er tað í ferðafrásøgnunum gjøgnum Russland undir Putin, at bókin í løtum hevjar seg væl upp um tað vanliga. Annað vildi verið løgið, fær ein hug at halda, havandi í huga at Leif Davidsen jú í mong ár hevur búð í Russlandi sum russiskur tíðindamaður fyri danskar miðlar.









