Leif av Reyni fær leiðslustarv í Íslandi

Leif av Reyni fer at starvast fyri alifyritøkuna Arctic Fish.

Leif av Reyni er settur sum verkætlanarleiðari hjá íslendsku alifyritøkuni Arctic Fish, sum heldur til sunnalaga í Vestfirðum. Sambært Viðskiptablaðnum skal Leif av Reyni hava høvuðsábyrgd av alivirkseminum í Norðurbotni í Tálknafirði umframt at hann skal standa fyri nýggju aliøkjunum hjá felagnum í Patreks- og Tálknafirðum. Høvuðssæti felagsins er í Ísafirði.

 

Leif av Reyni hevur seinastu átta árini starvast í fleiri leiðarastørvum hjá Bakkafrost og áðrenn tað hjá Vestlax. Hann var nevndarlimur í Fiskaaling og er nú nevndarlimur í JT Electric.

 

Í tíðindaskrivi til íslendskar miðlar skrivar Arctic Fish, at tey eru fegin um at knýta ein so royndan mann at fyritøkuni. Hann hevur stóran kunnleika til aling og drúgvar royndir á økinum og hevur ráðgivið fyritøkum bæði í Chile og í Ghana.

 

Hann er útbúgvin úr Noregi og Skotlandi, er uppvaksin í Havn, men býr nú í Kollafirði saman við konuni, Lailu, og tveimum børnum.

- Leif kennir longu til íslendska aling. Í starvi sínum hjá Bakkafrost, arbeiddi hann tætt saman við smolt- og rognaframleiðaranum Stofnfiski og øðrum alifyritøkum her á landi, skrivar Arctic Fish.