Leif á landsliðnum

Lars Olsen hevur úttikið føroyska A-landsliðshópin til venjingardystin móti Íslandi, sum verður mikudagin 14. august á Laugardalsvøllinum í Reykjavík.

 

Leif Niclasen, sum er toppskjútti á Effo-deildini, er millum teir, ið hava fingið landsliðsboð. Eisini Erling Jacobsen úr Víkingi er við aftur.

 

Lars Olsen hevur úttikið hesar:

 

Gunnar Nielsen, Motherwell (SCO)

Teitur M. Gestsson, HB Tórshavn

Hans Jørgensen, HB Tórshavn

Jónas Tór Næs, Valur (ICE)

Atli Gregersen, Víkingur

Erling Jacobsen, Víkingur

Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (NOR)

Pól Jóhannus Jústinussen, NSÍ Runavík

Viljormur Davidsen, FC Fredericia (DK)

Hallur Hansson, AaB Ålborg (DK)

Fróði Benjaminsen, HB Tórshavn

Súni Olsen, B36 Tórshavn

Christian R. Mouritsen, HB Tórshavn

Leif Niclasen, EB/Streymur

Heini Vatnsdal, HB Tórshavn

Símun Samuelsen, HB Tórshavn

Jóan Símun Edmundsson, Viking Stavanger (NOR)

Arnbjørn Hansen, EB/Streymur

Páll Klettskarð, KÍ Klaksvík

 

Fýra HM-undankappingardystir verða í heyst. 6. september spælir føroyska A-landsliðið á útivølli móti Kasakhstan, og fýra dagar seinni, týsdagin 10. september vitjar týskarar í Føroyum, skrivar fsf.fo.

 

11. oktober kemur Kasakhstan á vitjan í Føroyum, meðan seinasti dystur í hesari undankapping verður týsdagin 15. oktober, tá Føroyar og Eysturríki møtast á Tórsvølli.