Leif

Sá í bløðunum í einari lítlari klummu, lýsing, at Leif Nolsøe, fyrrverandi lærari við Sørvágs skúla, var deyður á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Einum verður eitt sindur dátt við, sjálvt um tað ikki er nærri familja, og maðurin var uppi í árunum, at persónar, fólk, fella frá, sum í einum týðandi parti av eins lívi, ár, ein legði merki til, vóru ein veruleiki á skúlum, arbeiðsplássum, í hesum føri skúla, ein hevur búleikast á sum smádrongur og tánnáringur í eins fyrsta vaksna lívi.

  Leif kom til Sørvágs sama ár, eg fór í skúla, í 1958. Nógv er broytt síðan tá, ikki so nógv í innbúgvi og ytri umstøðum í mínum føri sum til skúlabóka umstøður og pedagogikk. Nógv var so danskt enn, men vit tosaðu tó føroyskt í tímunum, var tað ikki hjá D.D. har onkur donsk strofa fall.
 
  Leif hevði okkara flokk í føroyskum. Vit løgdu tíðliga merki til eina kollvelting. Eg fór í ein skúla, har ein vanlig blanding tá var millum modernismu, skúlastovur, frálæruinnbúgv, sum var moderna, og tiltikta gamla skúlan enn í feskum minni. Rætt var enn við skúla og lærarum. Bara at koma í skúla og læra, kundi ein ikki rokna við. Týðandi møguligur (potentiellur) veruleiki kundi verða uppihald, sum meir líktist í Abugaj fongatippinum í Afganistan. Ólíka var, ein lærari kom framvið, ein helt seg síggja skuggan av einari armrørslu, ein hvepti albogan, við tí úrsliti, at blekkhúsið, á miðjuni á borðinum stóð, hvøldist, og ein vinarlig niðurdempa rødd. Leif kallaði børnini í fyrsta flokki, tá hann kom inn í tíman, fast "búrnini hjá mer". Leif var vágbingur.
 
  At tað bara varð tikið í skemti, um okkurt var, sum ikki hóaði lærarunum, kundi ein ikki rokna við. Eftirseting var enn, Leif brúkti tað ikki. Vit lærdu væl føroyskt í fyrsta flokki hjá Leif, uttan at røddin var hevjað, ella peikipinnur ella annað áhalsi var missbrúkt ella farið var til hendurs. Onki av tí.
 
  Eg vil tíðarfesta kunnleika mín upp á gott og ringt, til nýmótans pedagogikk, við fyrstaflokk í Sørvági hjá Leif.   Var onkur trupulleiki, kundi hann seta seg á borðið og tosa í upp til hálvan tíma vinarliga við næmingin.
 
  Fyri ikki at falla í bláoygda droyming, hoyrdi eg longu tá, at Leif var avgjørdari longu frá 3 flokki. Fasta myndin, haldi eg, ongantíð broytti seg, í hvussu so er, so leingi Leif var lærari. Nógv hendi seinni, har sumt var ikki so gott, klandur og øvundsjúka. Mugu báðir partar hava verið íblandaðir tað. Eg broytti ongantíð sjónarmið mítt, at Leif var ein góður lærari, mín tíð 1958-68.
 
  Styrkin hjá Leif var, sum Palli sigur, sum íblásari. Einum kemur til hugs nógva tosið nú um ígongdsetarar. Har var styrkin hjá Leif, tá hann fekst við tað, hann var sterkur í, har hann fekk brúk fyri góðu evnum sínum, til at tosa og vekja ans og evnir og tiltrúgv til tey hjá ungum fólki. Nógv hava havt eitt stuttligt lív bara av tí.
 
  Umframt mentan í vanligum týdningi, tónleikavenjing, sangkór, fekst Leif fast við at seta skúlabarnasjónleikir upp einaferð um árið, har í samband við útferðir til aðri lond, mest til Danmark, einaferð Ísland.
  At svimja dámdi Leif væl, er hann helst íblásarin til skúlasvimjuhylin í Sørvági. Ein onnur minni kend síða, víkingasvimjing veturin yvir níðri á sjónum, at vera harður, minnist onkur.
  Minni væleydnað var íblásturhugurin í vinnulívið, tá burtur verður sæð frá útróðri saman við Poll Hans. Leif átti bát og neyst. Men lat tað verða gloymt nú, og góðu síðurnar mintar.
  Beinleiðis kundi tosast um Leif Nolsøe menn, fólk undir vongjum hansara. Leif hevði til uppgávu, ein av teimum, at finna fram til tónleikatalentir í bygdini. At trutta í eitt boygt horn hjá Leif, var nokk til vónríka framtíð, kundi roknast við. Eg var ikki Leif Nolsøe maður, spældi ikki við í nøkrum kóri har, men tíðliga fekk Leif Nolsøe tiltrúgv til evni míni, fyrr enn aðrir, og broytti hann ongantíð meting har.
 
  Tosast kann um Leif Nolsøe tíð í bygdini, frá síðst í hálvtrýssunum og fram til móti 80-unum serliga, har hann tyktist vera við í øllum. Hon má væl sigast endað nú.
 
 
 Mannbjørn J.