- Tað er grátuligt, at kvinnur ganga óttafullar og stúra, og tað skal ikki henda.
Tað segði Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, í løgtinginum í morgun.
Nógv hevur verið frammi um, at kvinnur ikki sleppa til kanning fyri bróstkrabba, hóast tær hava ávísing frá lækna, men landsstýrismaðurin segði, at nú eru mannagongdirnar broyttar fyri, hvussu farast skal fram.
Kvinnur, sum hava fingið ávísing frá kommunulækna, eru slopnar til kanningar. Men í summum førum er ávísingin send kommunulæknanum aftur til nærri viðgerð. Í teimum førum hevur røntgenlæknin skotið upp, hvussu farast skal fram.
Landssjúkrahúsið metir, at onkustaðni ímillum 25-50 ávísingar um kanningar fyri bróstkrabba eru sendar kommunulæknanum aftur.
- Annars eru mannagongdirnar broyttar, og tí verða ongar ávísingar sendar aftur. Samstundis hevur Landssjúkrahúsið boðað frá, at allar kvinnur, sum hava ávísing til kanningar, verða kallaðar inn, segði Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Ein, sum á sínari facebook-síðu í dag ger viðmerkingar til tað, sum landsstýrismaðurin í heilsumálum segði í løgtinginum í morgun, er Hans Peter Joensen, fyrrverandi fíggjarleiðari á Strandfaraskipum Landsins.
- “Leiðreglur" er eitt amboð, sum er uppfunnið av ráðgevum í fíggjarmálaráðnum, har endamálið er at innføra sparingar, sum politikarar ikki kunna ábyrgdast fyri - við tí avleiðing, at bíðirøðirnar gerast longri og longri, og enn fleiri ungar føroyskar mammur doyggja av at koma ov seint í krabbameinsviðgerð. Um samgongan vil vísa ábyrgd, so loysi trupulleikan heldur enn at renna undan ábyrgd!
Og seinastu orðini hjá Hans Peteri Joensen eru hesi:
- Eftir stendur, at sjey kvinnur doyggja í miðal um árið í Føroyum, og nakrar av hesum kundu verið á lívi, um mammografi screening virkaði, er viðmerkingin hjá fyrrverandi fíggjarleiðaranum.









