EM í fótbólti verður í Frankaríki komandi ár, og ikki færri en 53 lond kappast um tey 23 plássini í EM-kappingini. Vertstjóðin, Frakland, er sjálvskrivaður luttakari.
Flestu vita vit, at undankappingar verða spældar í løtuni, millum annað skulu Føroyar í kvøld spæla móti Ungarn. Føroyar eru í bólki F, saman við Norðurírlandi, Rumenia, Ungarn, Finlandi og Grikkalandi.
Níggju slíkir bólkar eru, átta við seks liðum og ein við fimm liðum, og haðani skulu so 23 lið vinna seg víðari.
Hetta verður gjørt á tann hátt, at tvey tey bestu liðini í hvørjum bólki koma víðari, tilsamans 18 lond.
Síðani kemur besta liðið á triðja plássi eisini víðari, altso, tað liðið, sum endar nummar trý í sínum bólki, men sum hevur vunnið flest stig móti hinum fýra bestu liðunum í bólkinum. So eru tilsamans 19 lond komin víðari.
Hini átta liðini, ið endaðu á triðja plássi, skulu so spæla play-off dystir hvør móti øðrum. Fyrru dystirnir verða spældir 12. til 14. novembur, seinnu 15. til 17. novembur. Teir fýra vinnararnir vinna sær pláss í EM í Fraklandi og so eru vit komin upp á 23 lond, umframt Frakland, sum sostatt er nummar 24.
Vónirnar hjá Føroyum? Um Føroyar skuldi vunnið báðar seinast dystirnar, endar føroyska landsliðið á 12 stigum, men Ungarn, sum í løtuni liggur á tríðja plássi í bólkinum hevur longu 13 stig. Sostatt er hetta tokið farið fyri okkara viðkomandi.