Leiðari fyri kundatænastu til Vert sp/f

Leiðari fyri kundatænastu til Vert sp/f

 

Brennur tú fyri kundatænastu, og hevur tú ágrýtni og dirvi at vera við til at menna eitt virki, sum er í

 

skjótum vøkstri?

 

Vert sp/f leitar eftir einum leiðara, ið kann hjálpa okkum at menna kundatænastuna.

 

Um Vert

 

Vert umsitur áleið 200 summarhús, íbúðir v.m. kring allar Føroyar, og í 2024 tóku vit ímóti áleið 15.000

 

gestum. Vert er ein leiðandi aktørur í summarhús- og gistingarmarknaðinum í Føroyum. Fyritøkan er

 

brynjað til eina spennandi framtíð, hevur sterkan vakstrarprofil og ætlar at víðka virksemið komandi

 

árini.

 

Okkara virði eru gjøgnumskygni, innovatión og álit – vit trúgva upp á opinleika í samstarvi, nýhugsandi

 

loysnir og álítandi tænastu.

 

Um starvið

 

Sum leiðari fyri kundatænastuna hevur tú ábyrgdina av at skipa samskiftið við gestir okkara og eigarar á

 

ein skynsaman hátt. Tað hevur alstóran týdning fyri okkum, at gestirnir hava eina góða uppliving, og at

 

kundanøgdsemið er høgt. Somuleiðis hevur tú ábyrgd av fyrisitingarligum uppgávum, eins og tú skalt

 

arbeiða í tøttum samstarvi við tvey onnur starvsfólk, sum tú verður leiðari hjá.

 

Tínar høvuðsuppgávur verða

 

 At leiða og skipa alt samskifti við gestir og eigarar.

 

 At greina og fylgja upp á kundanøgdsemið hjá Vert.

 

 At tryggja eina góða og skjóta avgreiðslu av fyrisitingarligum uppgávum.

 

 At menna arbeiðsgongdir og tænastur í samstarvi við leiðsluna.

 

Vit ímynda okkum at tú

 

 Ert ágrýtin, dugir væl við fólki, hevur dirvi til at taka avgerðir og arbeiðir sjálvstøðugt.

 

 Hevur eyga fyri KT-loysnum og nýggjum skipanum.

 

 Tosar og skrivar flótandi føroyskt, danskt og enskt.

 

Tað er ein fyrimunur, men ikki krav, um tú hevur útbúgving ella royndir í ferðavinnu, kundasamskifti ella

 

leiðslu.

 

Vit leggja serligan dent á, at tú hevur ein spennandi profil, sum kann hjálpa okkum at menna fyritøkuna

 

víðari.

 

Starvsviðurskifti

 

Starvið er eitt fulltíðarstarv á okkara skrivstovu, sum liggur Á Hjalla 7B, 188 Hoyvík. Sum meginregla

 

verður arbeitt frá skrivstovuni, tó kunnu undantøk gerast eftir avtalu. Løn og setanartreytir verða

 

avtalaðar eftir nærri avtalu.Umsókn

 

Hevur hetta tín áhuga? Send okkum eina umsókn og CV á trondur@vert.fo. Allar umsóknir verða

 

viðgjørdar í trúnaði.

 

Freist

 

Umsóknarfreistin er til 22/5-2025.

 

Vit ynskja starvið sett skjótast gjørligt, men bíða fegin eftir rætta umsøkjara.

 

Nærri upplýsingar

 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Trónd Kollsker, stjóri, á 79 00 62 ella skriva til

 

trondur@vert.fo