Leicester vildi heldur hava Hiddink enn Ranieri

Tað sigur niðurlendski venjarin í øllum førum sjálvur.

Vit kenna øll søguna um italska Claudio Ranieri, ið varð uppsagdur sum grikskur landsliðsvenjari eftir eyðmýkjandi tapið ímóti Føroyum í Pireus í november 2014. Síðani kom Ranieri sterkari aftur enn nakrantíð, tá ið hann framdi eitt fótbóltsundur við enska Leicester í hesi vikuni, sum er á hædd við tiltikna føroyska sigurin í Grikkalandi - fyri fyrstu ferð í 132 ára langu søguni hjá Leicester hevur felagið vunnið Premier League.

 

Ranieri byrjaði í starvinum sum venjari hjá Leicester í farna summari, men sambært niðurlenska Guus Hiddink, sum í dag er venjari hjá Chelsea, so var tað hann og ikki Ranieri, sum var fyrstaval til starvið. Hetta veit hálendski miðilin, De Telegraaf, at siga.

 

- Tað er satt, at Leicester undan hesum kappingarárinum spurdi meg, um eg vildi verða venjari hjá felagnum. Eg segði tó nei, tí at eg hevði tørv á einum steðgi, har eg ikki gjørdi nakað, sigur Hiddink við De Telegraaf.

 

Ístaðin bleiv Hiddink venjari hjá Chelsea í desember, tá ið José Mourinho bleiv koyrdur í desember eftir eina syndarliga vánaliga byrjan upp á kappingarárið.