Leicester við stórum avlopi

Oddaliðið í Premier League hevur í dag lagt roknskapin fram.

Tað er ein stórur fíggjarligur vinningur at flyta upp í Premier League, og tað hevur Leicester av álvara merkt síðani teir flutti upp aftur í bestu deildina á sumri 2014.


Leicester hevur í dag lagt roknskapin fram fyri kappingarárið 2014/2015, og har sæst eitt nú, at felagið hevur umsett fyri yvir eina milliard krónur.


Eisini á botnlinjuni eru tølini góð, tí har kann felagið nevniliga kunngera eitt yvirskot áljóðandi 254 milliónir krónur áðrenn skatt.


Eisini áskoðaratalið er vaksið nógv, har tað til heimadystirnar á King Power Stadium vóru í miðal 31.693 áskoðarar. Tað er næstan fullsett hvørjaferð, nærri nágreiniliga 98,5%.


Leicester hevur havt eitt framúrskarandi kappingarár og er í løtuni oddalið í Premier League, so væntast kann, at úrslitið verður enn betri fyri kappingarárið 2015/2016.