Leicester vann á United

5-3 endaði tað á King Power Stadium, eftir at Manchester United hevði verið á odda 3-1.

5-3 endaði tað á King Power Stadium, eftir at Manchester United hevði verið á odda 3-1.

 

Manchester United skuldi í dag vísa, at teir eru komnir yvir vánaligu byrjanina upp á kappingarárið.

 

Tað gekk heldur ikki long tíð, so varUnited á odda 2-0, millum annað við einum føldum máli av di Maria.

 

Men Leicester vísti seg ikki at vera teir, sum løgdu seg niður. Tvørtur ímóti hildu teir á við at liggja úti eftir United, og tað eydnaðis teimum til fulnar.

 

Og tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð, stóð 5-3 á máltalvuni - til heimaliðið.

 

Leicester City-Manchester United 5-3 (1-2)

13. 0-1 Robin van Persie

16. 0-2 Angel di Maria

17. 1-2 Jose Leonardo Ulloa

57. 1-3 Ander Herrera

62. 2-3 David Nugent (brts)

64. 3-3 Esteban Cambiasso

79. 4-3 Jamie Vardy

83. 5-3 Jose Leonardo Ulloa (brts)

 

Eisini Tottenham spældi á heimavølli móti West Brom, og tað endaði við einum útisirgi.

 

Tottenham-WBA 0-1 (0-0)

74. 0-1 James Morrison