Leicester City, sum hevur tikið øll á bóli í Premier League hetta kappingarárið liggur ikki á løtu síðuni nú flytingarvindeygað í Premier League er opið.
Leicester City hevur tryggjað sær stóra, enska talentið Damairi Gray, sum kemur úr Championship felagnum, Birmingham. Damairi Gray er 19 ára gamal, og er byrjaður inni í 22 dystum hjá Birmingham hetta kappingarárið.
Damairi Gray hevur spælt fleiri landsdystir fyri tey ensku ungdómslandsliðini. Hann sær uppá skiftið til Birmingham, sum ein part av persónligu menningini.
- Leicester er eitt gott felag, og umstøðurnar hjá felagnum eru góðar. Fyri meg, sum fótbóltsspælara er hetta rætta staðið til menning, sigur Damairi Gray í samrøðu við heimasíðuna hjá Leicester City.
Leicester er í løtuni nummar tvey í Premier League við 40 stigum fyri 20 dystir.