Leicester stendur eftir við svartaperi

Premier League: Liverpool og Chelsea er víðari til Champions League

Í gjár var seinasta umfari í Premier League. Manchester City vann kappingina greitt, meðan grannarnir úr Manchester United blivu nummar tvey. Størsti spenningurin í oddinum var um hvør fór avstað við Champions League plássunum.

 

Her megnaði Liverpool at vinna seg upp á triðja plássið við átta sigrum og tveimum javnleikum í teimum seinastu tíggju dystunum. Liverpool vann 2-0 á Crystal Palace. Sadio Mané skoraði bæði málini. Hetta var eisini seinasti dysturin hjá Georginio Wijnaldum í Liverpool-troyggjuni. Hann skiftur helst til FC Barcelona – um Ronald Koeman yvirlivur summari sum venjari í katalanska stórfelagnum.

 

Chelsea hevur upptakt til eitt fantastisk kappingarár, men við óstøðugum úrslitum móti endanum, og eini taptari FA Cup finaluni, so hevði Chelsea kós út úr Champions League plássunum. Teir taptu eisini móti Aston Villa í seinasta umfarinum, men bjargingin kom frá Tottenham.

 

Grannarnir úr London vunnu nevniliga 4-2 á kappingarneytanum Leicester City. Við hesum hevur Leicester City annað árið á rað mist eitt pláss í Champions League á seinasta leikdegnum. Harry Kane var millum málskjúttarnar hjá Tottenham. Hann er toppskjútti í Premier League við 23 málum.

 

1Man City38275683:3286
2Man United382111673:4474
3Liverpool38209968:4269
4Chelsea381910958:3667
5Leicester382061268:5066
6West Ham381981162:4765
7Tottenham381881268:4562
8Arsenal381871355:3961
9Leeds United381851562:5459
10Everton381781347:4859
11Aston Villa381671555:4655
12Newcastle381291746:6245
13Wolves381291736:5245
14Crystal Palace381281841:6644
15Southampton381271947:6843
16Brighton389141540:4641
17Burnley381091933:5539
18Fulham385132027:5328
19WBA385112235:7626
20Sheffield Utd38722920:6323