Leicester rennur eftir Liverpool

Premier League: Freddie Ljungberg er ikki svarið og VAR-marginalarnir hjálptu Leicester

Leicester City er í løtuni fremsti avbjóðarin hjá Liverpool í stríðnum um enska meistaraheitið. Í gjár settu bæði Manchester City og Chelsea stig til og tað var um reppið, at Leicester eisini setti stig til í dag, men við einum málið í yvirtíðini vann Leicester 2-1 á Everton.

Everton kom annars á odda í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki skoraðu Jamie Vardy og síðani innskifti Kelechi Iheanacho í yvirtíðini. Málið fór til VAR, tí illgruni var um rangstøðu, men so var ikki.

Freddie Ljungberg fekk ikki eina dreymabyrjan upp á sína tíð sum fyribilsvenjari hjá Arsenal, sum fyrr í dag spældi 2-2 móti Norwich á útivølli. Her var eisini ein VAR-støða, tá Pierre-Emerick Aubameyang skoraði til 1-1 upp á brotsspark. Tim Krul bjargaði í fyrstu atløgu, men brotssparkið skuldi sparkast umaftur, tí ein spælari hjá Norwich var eitt vet inni í brotsteiginum. Og hann var fyrstur á returinum. Manchester United spældi 2-2 á heimavølli móti Aston Villa og Wolverhampton og Sheffield United deildu eisini stigini í einum 1-1 javnleiki.

Liverpool er nú 11 stig frammanfyri Manchester City, meðan Leicester City við sigrinum í evstu løtu í dag framvegis er átta stig aftanfyri Liverpool. Fult umfar er mitt í viku.

DVJT
1Liverpool14131032:1240
2Leicester14102233:932
3Manch.City1492339:1629
4Chelsea1482428:2026
5Tottenham1455424:2120
6Wolves1448219:1720
7Sheffield Utd1447317:1319
8Arsenal1447320:2119
9Manch.Utd1446421:1718
10Burnley1453620:2018
11Crystal Palace1453613:1818
12Bournemouth1444618:2016
13West Ham1444617:2316
14Newcastle1444613:2216
15Aston Villa1443721:2215
16Brighton1443716:2115
17Everton1442814:2214
18Southampton1433815:3212
19Norwich1432915:3011
20Watford141589:288