Leicester-leikarar ballast í Keypmannahavn - ein sunnudag

Nakrir leikarar hjá oddaliðnum í Premier League hava valt at feira oddastøðuna á ein heldur serligan hátt

Tað hevur gingið eftir ánni hjá Leicester í ársins útgávu av Premier League. Púra óvæntað og sensationelt liggur felagið, ið var uppflytari í undanfarna kappingarári, á fremsta plássi. Í hølunum á Leicester eru vanligu toppliðini í Premier League, Arsenal, Manchester United og Manchester City.

 

Átta dagar eru til komandi dyst hjá Leicester, tá ið oddaliðið á heimavølli tekur ímóti 7. niðasta liði í deildini, sum er Chelsea. Um tað er vantandi virðing fyri Chelsea ella ikki, so hava fleiri av leikarunum hjá Leicester valt at hátíðarhalda oddastøðuna á ein heldur serligan hátt.

 

Danska Ekstrablaðið skrivar nevniliga í dag, at fleiri av leikarunum hjá Leicester eru sæddir í Keypmannahavn í dag, har teir vóru íklæddir í búnum av teknirøðsfigurum. Fyrst vóru leikararnir sæddir á barrini The Dubliner, har teir drukku øl. Síðani fóru teir í Tivoli, har ein tíðindamaður hjá Ekstrablaðnum spurdi miðvallaran, Danny Drinkwater, hví Leicester-leikararnir eru í Keypmannahavn. Drinkwater svaraði soleiðis aftur:

 

- Fuck off, vit tíma ikki at tosa við tykkum í dag. Vit eru her bara fyri at ballast. 

 

Ekstrablaðið skrivar víðari, at menn sum Jamie Vardy og Kasper Schmeichel eru ímillum teir, ið altso eru farnir til Keypmannahavnar at ballast ein sunnudag.

 

Ekstrablaðið hevur tikið eina rúgvu av myndum av leikarunum, meðan teir ganga runt og mala í danska høvuðsstaðnum. Myndirnar og greinin hjá Ekstrablaðnum kann síggjast HER.