Ein dystur er blivin spældur í ensku Premier League í kvøld. Dysturin var ikki ein og hvør, tí at tað var dysturin ímillum nummar tvey og trý í deildini, Leicester og Manchester City.
Bæði liðini høvdu sínar møguleikar at skora mál, men hvørki av liðunum megnaðu hetta, og tí endaði dysturin 0-0.
Úrslitið merkir, at tað verður Arsenal, ið hátíðarheldur nýggjárið sum oddalið í Premier League. Arsenal og Leicester hava sama stigatal, 39 stig, men Arsenal hevur betra málmunin, og er London-felagið tískil á fremsta plássi. Manchester City er framvegis nummar trý. Manchester-felagið við arabisku eigarunum hevur 36 stig.
Premier League 2015/2016 er nú hálvrunnin. Øll liðini hava spælt 19 dystir.