Leicester feirar tey 40 stigini

Claudio Ranieri, høvuðsvenjari sigur, at teir feira tey 40 stigini, ið higartil eru rokkin við champagnu

Áðrenn kappingin í Premier League byrjaði var málið hjá Leicester City at fáa 40 stig í kappingini. Tað málið var rokkið í dag, tá Leicester City spældi javnleik 0-0 á heimavølli ímóti AFC Bournemouth.

 

Og vælumtókti høvuðsvenjarin hjá Leicester City ætlar at feira saman við sínum spælarum, at tey 40 stigini eru rokkin. Claudio Ranieri og Leicester City hava rokkið málinum longu aftaná 20 umfør, og heili 18 umfør eru eftir at leika í Premier League.

 

- Tað er ikki OK, at vit bert fáa javnleik í dag ímóti Bournemouth, men tað er OK, at vit hava 40 stig nú, sum var okkara mál, so nú fáa spælararnir champagnu, fortaldi Claudio Ranieri ensku miðlafólkunum aftaná dystin í dag. 

 

Leicester City liggur á øðrum plássi í Premier League við 40 stigum, tvey stig aftanfyri Arsenal, og eitt stig frammanfyri Manchester City.