Leicester er meistari

Tottenham megnaði ikki at vinna á Stamford Bridge, og tað merkir, at Leicester hevur vunnið Premier League.

Hóast Leicester í gjár einans fekk 1-1-javnleik á Old Trafford, so høvdu teir møguleika at gerast meistarar í kvøld. Tað kravdi, at nærmasti eldarin, Tottenham, ikki vann London-brakið á útivølli ímóti Chelsea.


Í einum harðliga spældum dysti var tað Tottenham, sum legði seg á odda tíggju minuttir fyri hálvleikssteðgin við máli frá Harry Kane. Minuttin fyri hálvleikssteðgin økti Heung-min Son, soleiðis at Tottenham slapp til hálvleiks á odda 2-0.


Lítið korter var farið av seinna hálvleiki, tá ið Gary Cahill minkaði um munin til 2-1, og 10 minuttir fyri leiklok javnaði Eden Hazard til 2-2 við einum dreymamáli. 2-2 gjørdist endaliga úrslitið.


Av tí at Tottenham ikki megnaði at vinna í kvøld, so er tað ótrúliga endaliga staðfest: Leicester er á fyrsta sinni vinnari av Premier League!