Hesa vikuna verður Champions League aftur spælt. Í kvøld hava fleiri dystir verið spældir, meðan restin av dystunum vera spældir í annaðkvøld.
Fyri fótbóltsáhugað í Føroyum var mest áhugaverdi dysturin í kvøld í Onglandi, har ensku meistararnir úr Leicester tóku ímóti donsku meistarunum í FC Keypmannahavn.
Undan dystinum høvdu bæði liðini fingið eina frálíkan byrjan í bólkaspælinum í Champions League, tí Leicester hevði vunnið báðar dystirnar, meðan FC Keypmannahavn spældi tann fyrsta javnt á útivølli móti Porto, meðan tann næsti á heimavølli endaði við 4-0 sigri.
Fyri Leicester helt sigursgongdin fram í kvøld. Leicester vann dystin 1-0 við málið frá ársins leikara í Premier League í fjør, Riyah Mahrez, sum skoraði stutt undan hálvleikinum.
Av øðrum dystum vóru flestu úrslitini, sum tað var roknað við. Real Madrid vann sum væntað stórsigur á heimavølli móti Legia Warszawa, meðan Porto, Sevilla og Juventus øll vunnu teprar sigrar á útivølli.
Úrslitini í kvøld vóru hesi:
Bólkur E:
Leverkusen – Tottenham 0-0
CSKA Moskva – Monaco 1-1
Bólkur F:
Real Madrid – Legia Warszawa 5-1
Sporting – Dortmund 1-2
Bólkur G:
Club Brugge – Porto 1-2
Sporting – Dortmund 1-2
Bólkur H:
Dinamo Zagreb – Sevilla 0-1
Lyon – Juventus 0-1










