Leicester ein sigur frá meistaraheitinum

Tottenham snávaði heima ímóti West Browich, og nú kann Leicester sjálvt avgera tað.

Tottenham hevði í kvøld vitjan av West Bromwich, har ein sigur var alneyðugur í strembanini eftir at fanga Leicester í kapprenningini um meistaraheitið í Premier League. Leicester vann í gjár 4-0 ímóti Swansea, og tískil var stórt trýst á Tottenham.


West Bromwich-verjuleikarin, Craig Gardner, kom veruliga í brennidepilin í kvøld. Við einum sjálvmáli syrgdi hann fyri, at Tottenham slapp til hálvleiks á odda 1-0, men í 20 minuttir fyri leiklok gjørdi hann skaðan góðan aftur og javnaði til 1-1.


1-1 gjørdist endaliga úrslitið, og tað merkir, at Tottenham nú hevur spælt bóltin fullkomiliga yvir til Leicester. Megnar Leicester at vinna ímóti Manchester United á Old Trafford sunnudagin, so eru teir enskir meistarar.