Enska blaðið Mirror hevur í dag eina grein, har teir grundgeva, at Leicester eigur at takka Føroyum fyri tað nærmast ótrúligu góðu gongdina í Premier League, har felagið í løtuni er oddalið.
At tað riggar somikið væl hjá Leicester meta tey flestu vera tí at Claudio Ranieri hevur gjørt tað framúr á venjarabeinkinum, og tað er her, at Føroyar brádliga koma inn í myndina.
Mirror vísir á, at Claudio Ranieri fekk sekkin á grikska landsliðnum vegna vánalig avrik, og at land nr. 187 á heimsstyrkislistanum, Føroyar, megnaði at vinna ímóti teimum.
Greinin leggur ikki bara upp til, at føroyingar eiga ein fingur við í spælinum, tí yvirskriftin er beinleiðis: “Leicester-fjepparar mugu avgjørt takka Føroyum fyri teirra framúr kappingarár”.
Claudio Ranieri fekk sekkin í Grikkalandi 15. novembur 2014, sum var dagin eftir fyrra tapið ímóti Føroyum. 13. juli í fjør gjørdi hann trý ára sáttmála við Leicester.











