Vichai Srivaddhanaprabha, eigari og nevndarformaður í Premier League-felagnum, Leicester, er deyður, 60 ára gamal.
Teilendski milliardingurin var umborð á einari tyrlu, sum datt niður á eitt parkeringsøki við Leicester-leikvøllin, King Power Stadium, stutt eftir dystin ímillum Leicester og West Ham í gjár.
Óttast var fyri, at Leicester-eigarin var ímillum tey deyðu í tyrluvanlukkuni, og hesi tíðindini váttar Leicester í kvøld. Hini fýra umborð, tveir tyrluskiparar og tvey ferðafólk, hava eisini latið lív.
Vichai Srivaddhanaprabha, ið var góður fyri góðar 30 milliardir krónur, keypti Leicester City í 2010 og var við til at føra felagið til óvæntaða Premier League-meistaraheitið í 2015/16.
- Tankarnir hjá okkum í felagnum eru hjá familjuni hjá Srivaddhanaprabha og familjunum hjá øllum, ið vóru umborð, skrivar Leicester City í tíðindaskrivi til bretskar miðlar í kvøld.
- Við Srivaddhanaprabha hevur heimurin mist ein góðan mann. Ein mann, ið var blíður og gávumildur, hvørs lív varð lýst við kærleikanum til familjuna, ið hann so væl leiddi. Leicester City var eisini ein familja undir hansara leiðslu, ljóðar tað í tíðindaskrivinum.