Leicester buldrar víðari

Við frálíkum sigri ímóti Chelsea í kvøld er Leicester aftur oddalið í Premier League.

Leicester buldrar víðari í Premier League. Í seinasta dystinum í 16. umfari í Premier League hevði Leicester í kvøld vitjan av Chelsea, sum púra óvant er á 16. plássi. Chelsea hevði undan dystin í kvøld vunnið teir seinastu átta dystirnar ímóti Leicester, men tann sigursrøðin skuldi vísa seg at fáa ein enda.


Leicester kom á odda í 34. minutti við máli frá málslúkaranum Jamie Vardy, sum smeyg sær inn um John Terry og teir í verjuni, har hann fekk bóltin væl spældan og prikaði hann í netið til 1-0 til heimaliðið, sum eisini var hálvleiksstøðan.


Seinni hálvleikur var bara tríggjar minuttir gamal, tá ið Riyad Mahrez økti til 2-0 eftir frálíka temjing, har hann síðani sneiddi bóltin upp ímóti málhorninum. Loic Remy minkaði um munin til 2-1 tá ið hann stútaði eitt innlegg í málið lítið korter áðrenn leiklok, men fleiri mál komu ikki.


Við 2-1-sigrinum í kvøld endurvinnur Leicester fremsta plássið í Premier League. Teir hava nú vunnið sjey av seinastu níggju dystunum. Leicester hevur 35 stig, Arsenal hevur 33 og Manchester City hevur 32. Chelsea verður verandi á 16. plássi við einans 15 stigum.