Leicester aftur á ovastu rók

Við sannførandi 3-0 sigri á Swansea, er Leicester aftur nýtt oddalið í Premier League

Nógvir dystir hava verið í ensku Premier League í dag.

 

Fyrsti dysturin, sum byrjaði klokkan 12:45 var millum Stoke og Manchester City. Manchester City lá undan dystinum á fyrsta plássinum, og skuldi tí royna at varðveita oddasessin móti Stoke.

Men Manchester City megnaði ongantíð at gera um seg í Stoke. Heimaliðið var alla tíðina omaná, og tað var eisini fult uppiborið at Stoke var á odda 2-0 í hálvleikinum. Í seinna hálvleiki royndi Manchester City at svara aftur, men tað var nærri við at Stoke økti til 3-0, enn at Manchester City fór at minka um munin. Tí endaði dysturin fult uppiborið 2-0 til Stoke, har eysturríski Marko Arnautovic skeyt bæði málini fyri heimaliðið.

 

Hini trý oddaliðini, Leicester, Manchester United og Arsenal spældu eisini sínar dystir í dag.

 

Leicester sum í seinastu viku spældi 1-1 á heimavølli móti Manchester City, var í dag á útivølli og spældi móti Swansea. Og enn einaferð vísti Leicester sannførandi spæl. Teir vunnu nevniliga heili 3-0 á útivølli móti Swansea, har algeriski Riyad Mahrez skoraði øll trý málini.

Hetta var sostatt fyrsti dystur í 12 umfør, at Jamie Vardy ikki kom á máltalvuna fyri Leicester. Jamie Vardy legði tó upp til tað seinasta málið hjá Riyad Mahrez.

 

Arsenal vann í sínum dysti 3-1 á heimavølli móti Sunderland. Sum heild var Arsenal greitt omaná gjøgnum allan dystin, men beint áðrenn hálvleik kom spenningur í, tá Sunderland javnaði til 1-1, eftir at Olivier Giroud gjørdi sjálvmál.

Spenningurin vardi tó ikki leingi, tí í seinna hálvleiki legði sami Olivier Giroud, Arsenal á odda 2-1, umframt at Aaron Ramsey ímóti endanum av dystinum slerdi sigurin fastan, tá hann skoraði til 3-1.

 

Einasta oddaliðið, sum ikki megnaði at taka av í dag, var Manchester United, sum á heimavølli spældi móti West Ham.

Dysturin millum Manchester United og West Ham endaði við málleysum javnleiki, har bæði liðini eftir dystin kundu iðra seg um nógvar misnýttar málmøguleikar.

 

Heldur óvæntað er Leicester sostatt nýtt oddalið í Premier League eftir 15 umfør.

 

 

Úrslitini í Premier League í dag:

Stoke City – Manchester City 2-0

Arsenal – Sunderland 3-1

Manchester United – West Ham 0-0

Southampton – Aston Villa 1-1

Swansea – Leicester 0-3

Watford – Norwich 2-0

West Bromwich – Tottenham 1-1