Talukynsturin, eisini kallað retorikkurin, er í eini øgiligari menning í løtuni. Orsøkin til hetta eru tey herdu krøvini, ið starvsfólkini seta til leiðslurnar.
Ræðudømið um vánaligan retorikk er toppleiðarin, ið stingur høvdið niður í sandin og letur sum onki við tí grundgeving, at starvsfólkini og umheimurin kortini ikki skilja tær broytingar, ið verða gjørdar í fyritøkuni.
Tað halda tær báðar royndu kvinnurinar í retorikki, Anne Kathrine Lund og Pernille Steensbeck Lemée, ið undirvísa í talukynstri og hava skrivað fleiri bøkur um hetta evnið. Í januar mánaða stovna tær eina nýggja útbúgving innan retorikk á Keypmannahavnar Universiteti.
Tvinnar orsøkir til vøkstur
Pernille Steensbeck Lemée sær tvinnar orsøkir fyri, at áhugin í vinnuni fyri talukynstri veksur við øgiligari ferð. Tann eina er vitanarsamfelagið.
Fólk ganga undir í upplýsingum av alskins slagi, dagin langan. Tess størri vitan vit fáa, tess størri er tørvurin fyri at skilja tað burturúr, sum hevur týdning, sigur hon.
Hin orsøkin er, at leiðslur í hesum døgum broyta stíl og fara yvir til ein virðisgrundaðan leiðslustíl.
Tað gerst alt meira sjónligt, at virðisgrundaða leiðslan setur sín týðiliga dám á gerandisdagin í donskum fyritøkum. Tí skalt tú sum leiðari eisini klára at levera virðini. Tann góði leiðarin er í dag nógv meira ein prædikumaður enn ein bókhaldari. Í dag snýr tað seg ikki um at verða góður innan rokniark, men heldur at kunna levera virðini og at gera mál og mið hjá fyritøkuni sjónlig, sigur Pernille Steensbeck Lemée.
Sjálvandi liggur nakað av vøggugávu í hesum, summi hava betri tunguband enn onnur. Summi hava savnað sær størri vitan, lisið fleiri bøkur og foreldrini hava tosað nógv við tey. Onnur eru av náttúru meira útvend enn onnur, men øll kunnu gerast betur.
Starvsfólkakrøvini herðast
Tað sum vit arbeiða við í retorikkinum er títt útgangsstøði og tín medferðarkensla. Tú skalt sum leiðari klára at taka støðu til, hvat er tað rætta at gera og hvussu tú gert tað á ein trúverdan hátt, sigur AnneKatrine Lund.
At verða ein góður retorikkari snýr seg ikki um at kunna halda eina góða framløgu.
Starvsfólkini krevja meira ídag enn at fáa eina góða roknskaparframløgu fjórða hvønn mánaða. Nei, tað snýr seg um, hvussu eg áhaldandi megni at midla boðskapin soleiðis, at øll í fyritøkuni, frá deildarstjóra til yngsta goymlsumann, kunnu skilja og fyrihalda seg til hann.
Útbúgving ikki nóg mikið
Tá hesar báðar kvinnurnar venja toppleiðarar í talukynstri taka tær støði út frá nøkrum góðum dygdum.
Tú skalt verða trúverdur og hava førleikar. Men samstunds skal tú eisini verða ein, fólk tíma at verða í stovu saman við. Og tú skalt síggjast og verða til staðar. Vit arbeiða við øllum hesum í senn fyri at menna retorisku tilgongdina. Tað er umráðandi at førleikin er til staðar, men tú skalt eisini sjálvur tora at verða til staðar, sigur Anne Katrine Lund.
Vanligu starvsfólkini gerast sum frá líður minni og minni vanlig, men gerast leiðarar fyri hvør síni persónligu verkætlan, siga tær báðar.
Nógvir leiðarar, kanska serliga yngri menn, dáma væl at markera seg við sínum førleikum. Og fólk kunnu undrast á hetta, men í dag krevst, at aftan fyri hesar førleikar er eitt menniskja úr kjøti og blóði. Tað er í dag ikki nóg mikið at verða smartur og hava eina MBA-útbúgving. Dagsins leiðari skal eisini verða nærverandi og ikki minst, duga væl at lurta eftir, hvat starvsfólkini hava upp á hjarta, sigur Pernille Steensbeck Lemée.
Keldur:
Børsen Executive
Københavns Universitet










