Leiðslan vildi selja

Christian Andreasen, nevndarformaður í Atlantsflog, váttar at tað var leiðslan sjálv, sum ynskti at selja part av sínum partabrøvum. Hann vil ikki útgreina, hví leiðslan ynskti at selja

- Nevndin metti út frá eini samlaðari meting, at tað er skilagott at Atlantsflog keypir nøkur partabrøv aftur frá leiðsluni, sigur Christian Andreasen.

    Spurdur, hví Atlantsflog hevur valt at keypa 11.111 av sínum egnu partabrøvum, sigur nevndarformaðurin, at tað er gjørt út frá eini samlaðari meting.

 - Talan er eisini um eina lutfalsliga lítla íløgu fyri Atlantsflog, ið vit avgjørt meta at fáa aftur. At vit so geva leiðsluni eitt sindur meira fyri partabrøvini kann eisini síggjast sum eitt slag av bonus, sigur Christian Andreasen.

    Í sama viðfangi hevur Atlantsflog gjørt av, at í framtíðini kunnu leiðandi starvsfólk í felagnum ikki keypa partabrøv í fyritøkuni uttan við loyvi frá nevndini.